Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.10.2022 15:09

Olga Magnussen nýggjur skúlaleiðari

Mynd: Trúboðin

Olga Magnussen er skúlaleiðari á Háskúlanum í Nesvík. Hon er útbúgvin Master i narkotika- og alkoholindsatser frá Aarhus Universitet í 2016 og sjúkrarøktarfrøðingur frá sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya í 1982.

Olga hevur drúgvar royndir innan leiðslu og fyrisiting við leiðslueftirútbúgving í 2003. Olga hevur starvast sum leiðari á Blákrosheiminum á Nesi í 18 ár og sum deildarleiðari á Eysturoyar røktar- og ellisheimi í 12 ár. 

Olga ynskir at Háskúlin í Nesvík gevur menniskjum atgongd til bestu menningarmøguleikar og at tey kunna hvíla í, at tey eru elskaði av Gudi.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við háskúlan við ringja ella skriva til Olgu á olga@hin.fo ella 595574.

Hevur tú hug at hyggja nærri at skeiðum, kanst tú fara á heimasíðuna www.hin.fo