Í dag kemur amerikanski kavbáturin USS New Hampshire í Nólsoyarfjørð í sambandi við manningarskifti.
Brimil fylgir USS New Hampshire, sum er kjarnorkurikin, meðan hann er í føroyskum sjóumveldi. Soleiðis sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið í tíðindaskrivið í dag til miðlarnir.
Hetta kemur í kjalarvørrinum av amerikanska HC-130J-flogfarinum, sum eisini kemur til Føroyar í dag. Les meira her.
Sostatt kann staðfestast, at hernaðarliga virksemið er hækkaður munandi seinastu tíðina kring oyggjarnar.
Deil á Facebook