Mynd: NSÍ
NSÍ og verjuskansin Oddur Højgaard hava í dag gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár. Tilskil verður Oddur aftur at síggja í gulum.
Hetta má sigast at verða ein góður styrkur, nú NSÍ skal aftur vinna seg fram í bestu deildina.
NSÍ sigur soleiðis á heimasíðiu síni:
“Oddur er enn ein leikari í røðini av etableraðum NSÍ-leikarum, ið følir, at hann eisini skal vera við til at spæla NSÍ upp aftur í bestu deildina. Við yvir 200 dystum í bestu deildini er talan um ein ógvuliga royndan leikara, ið kemur at stýra verjuni hjá NSÍ“.
Deil á Facebook