Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.09.2024 12:43

Oddbjørg Højgaard nýggjur stjóri í Rúsuni

Løgmálaráðið

Løgmálaráðið hevur gjørt av at seta Oddbjørg Højgaard í starv sum stjóra í Rúsdrekkasølu Landsins. 

Oddbjørg hevur drúgvar royndir innan leiðslu og rakstur og eisini innan lýsingar, sølu og tænastur. Millum annað stovnaði og rak hon Dekostovuna í 15 ár og var stjóri á Hotel Hafnia í 8 ár. Oddbjørg kemur úr einum starvi sum stjóri á Gjáargarði.

Oddbjørg Højgaard tekur við starvinum 1. desembur 2024.