Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.10.2022 07:26

Nýtt spurnarspæl – Bezzerwizzer út á føroyskum

Mynd: Hugnaløtur

Nú kunnu vit endiliga avdúka, at eitt spildurnýtt spurnaspæl kemur út á føroyskum tann 6. oktober 2022. Talan er um tað mest selda spurnaspælið í Norðanlondum, Bezzerwizzer, sum er selt í yvir 3 mió. eintøkum seinastu 15 árini.

Søgan aftanfyri

Avgerðin bleiv tikin um summarið í 2021, at eitt nýtt spurnaspæl skuldi gevast út í oktober 2022 og í november 2021 var avgerðin tikin, at tað skuldi verða Bezzerwizzer á føroyskum, tí tað var tað besta spurnaspælið á marknaðinum. Avtala var síðani gjørd við danska felagið, at Hugnaløtur kundi geva út øll teirra spøl fram til tann 31. desember 2025, og so var bara at fáa spælið gjørt. Hetta arbeiði tók umleið 5 mánaðar og tann 1. juni 2022, var nýggja føroyska Bezzerwizzer spælið liðugt uppsett. Nú er spælið so komi til Føroya og er klárt at geva út.

Um spælið

Bezzerwizzer er eitt spurnaspæl til ung og vaksin yvir 15 ár, í minsta lagi tvey fólk skulu luttaka og upp til eini 12 fólk kunnu luttaka. Spælið inniheldur 2.400 spurningar, ið eru deildir ímillum hesi evnini: byggilist, list & pallur, vinna, sniðgeving, film, matur & drekka, landalæra, søga, menniskja, málburður, bókmentir, tónleikur, náttúra, politikkur, náttúruvísindi, samfelag, ítróttur, tøkni & spøl, siðvenja & átrúnaður og sjónvarp & røðir. Av teimum 2.400 spurningunum, eru umleið 1.300 spildurnýggir spurningar um føroysk viðurskiftið, meðan 1.100 spurningar eru um ymisk evni og útlensk viðurskiftið. Bezzerwizzer er ikki bert um vitan, tí taktikkur og snildi ger seg eisini galdandi í spælinum. Slagorðini hjá Bezzerwizzer eru: Legg høvdið á blot – Spælið um vitan, taktikk og snildi.

Móttøka framvísing í Ribarhús og í SMS

Fríggjadagin tann 6. oktober kl. 17.00, verður móttøka í Ribarhús í Fuglafirði, har spælið verður víst fram fyri fyrstu ferð. Leygardagin tann 7. Oktober frá kl. 10.00 til kl. 18.00, verður spælið víst fram á Torginum í SMS, har møguleiki verður fyri at royna spælið og kapping verður eisini seinnapartin fyri øll sum ynskja at luttaka. Vinnararnir fáa eitt spildurnýtt spæl til ognar.