Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.04.2023 08:30

Nýtt akfar á trimum hjólum – Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

Síðan 1. oktober 1999 hevur Sigmund Johannesen verið í føstum starvi á vegadeildini hjá Runavíkar kommunu. Tey flestu um hesar leiðir kenna Sigmund, og mong hava fingið eitt prát við hann, táið hann strýkur fram eftir vegunum á prutli fyri at rudda upp eftir øðrum.

Í eina tíð hava vit umrøtt spurningin, um hann ikki átti at havt eitt betri amboð til tænastuna, táið hann er úti á vegunum, og fyri kortum varð gjørt av, at keypa eitt akfar á trimum hjólum við last til hendan partin av uppgávum vegadeildarinnar.

So gitin er Sigmund á hesum mótinum, at vegadeildin valdi at kalla akfarsstjóran upp. Akfarið eitur nú Siggi – sum er kelinavn førarans, ið vanliga verður brúkt um okkara leiðir í gerandisdegnum.

Sigmund er eisini kendur úr ítróttarumhvørvinum. Hann leikti við besta liðnum hjá NSÍ í yngri árum, og eftir tað var hann venjari hjá fleiri liðum, og man framvegis vera tann mest vinnandi venjarin hjá felagnum. Sigmund fyllir 64 ár einaferð í summar, – harvið fara vit at síggja nógv til hann tey næstu árini á ferð við navna sínum.