Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Ikki kann sigast annað enn, at hetta hevur verið ein hendingarík vika hjá nýklaktu sjúkrarøktarfrøðingunum.
Partur av endaligu próvtøkuni til sjúkrarøktarfrøðing er at miðla ta gransking sum bacheloruppgávurnar byggja á.
Hetta hevur seinastu árini verið gjørt við, at hava eina framsýning við ”postarum”, har bacheloruppgávunar verða lýstar.
Mikudagin kl. 14.00 byrjaði framsýningin í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Ein áhugaverd framsýning, ið setur sjóneykuna á nýggjastu gransking innan sjúkrarøkt í Føroyum. Gransking, ið kann byggjast viðari á, og kann menna sjúkrarøktina í Føroyum til gagn fyri okkum øll.
Tað er altíð ein gleðisdagur at síggja og hoyra júst hvørji sjúkrarøktarfaklig evni verða viðgjørd og serliga gleðiligt at granskingin verður miðla til øll áhugaði, so øll kunnu fáa gleði av henni.
Framsýningin verður eftir ætlan hangandi í nakrar dagar.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar nýtti høvi til at ynskja nýggju sjúkrarøktarfrøðingunum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og handaði teimum nál felagsins.
Deil á Facebook