Myndir: Víkingur
Nú er greitt, at Rasmus Nolsøe ikki heldur fram í Víkingi. Í staðin verður tað strandingurin Ólavur Mikkelsen sum verður nýggjur hjálparvenjari hjá Jóhan Peturi Poulsen hjá Betri monnum hjá Víkingi.
Seinastu tvey árini hevur Ólavur verið venjari hjá næstbesta mansliðið hjá Víkingi har hann hava vunnið silvur bæði árini.
Eisini á leikarasíðuni hendir nógv í hesum døgum hjá Betri monnunum hjá Víkingi.
Áleyparin Andreas Lava Olsen hevur longt sáttmálan við Víkingi við einum árið, samstundis sum nýggi A-landsliðsleikarin og málmaðurin Bárður á Reynatrøð hevur gjørt ein nýggjan 2 ára sáttmála við barnsdómsfelagið.
Eisini ein av ungu spírunum Páll Eirik Djurhuus hevur skrivað undir sín fyrsta sáttmála við Víking, sum er galdandi í tvey ár.



