Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.11.2022 09:46

Nýggjur tekniskur leiðari hjá Eiðis kommunu

Mynd: Ann Fuglø

1. november byrjaði Ann Fuglø í starvi sum tekniskur leiðari hjá Eiðis kommunu. Ann bleiv útbúgvin byggifrøðingur í 1996, og hevur drúgvar royndir, bæði á teknistovu, byggivinnu og í kommunalari umsiting. Eiðis kommuna ynskir Ann vælkomnari.

Setanin av tekniskum leiðara hevur við sær, at Eiðis kommuna kann bjóða bæði vinnu og borgarum eina enn betur tænastu, samstundis sum teknisk viðurskiftir í kommununi verða betur skipaði.

Samstundis sum tekniskur leiðari er settur í starv, hevur bygdaráðið samtykt, at borgarstjórastarvið verður broytt til hálvtíðarstarv frá 1. januar 2023.