Tíðindaskriv/FarLit
Olivia Døgg Fríðfinsdóttir er sett sum nýggjur bókmentaligur samskipari í FarLit. Olivia hevur fjølbroyttar royndir innan samskifti, marknaðarføring. og verkætlanarleiðslu umframt hollan kunnleika um føroyskar bókmentir. Hon er cand.mag í upplivingarbúskapi, og seinastu sjey árini hevur hon arbeitt sum talgilt marknaðarfólk á Visit Faroe Islands.
Olivia tekur við starvinum 1. oktober, og fyrsta uppgávan verður at taka lut í altjóða bókamessuni í Frankfurt 7.-9. oktober.
FarLit arbeiðir við at kunna um føroyskar bókmentir úti í heimi. FarLit hevur sum langtíðarmál at skapa øktan útflutning av føroyskum bókmentum.