Mynd: ÍF
ÍF kunngerð í dag, at Gudmundur Danielsen, er settur sum fysiskur venjari komandi árið.
Gudmundur er 39 ára gamal og hevur lisið ítróttarvísindi á Universitetinum í Aberdeen.
Frá 2017 til 2020 var hann fysiskur venjari hjá KÍ , meðan hann tvey tey seinast árini, hevur verið tilknýttur NSÍ, eisini sum fysiskur venjari.
Heimasíðunia hjá ÍF sigur soleiðis: “Vit í ÍF gleða okkum, til at samstarva við Gudmund komandi árið og ynskja honum hjartaliga vælkomnum til ÍF og allarbestu eydnu“.
Deil á Facebook