Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.09.2026 19:19

Nýggj Padelmiðstøð letur upp á Hjalla

Tíðindaskriv/Padelmiðstøðin

Týsdagin 22. september letur nýggja Padelmiðstøðin alment upp á Hjalla. Við fimm vøllum, góðum umstøðum og einum stórum lounge-øki verður talan um Føroya størstu padelmiðstøð.

Padelmiðstøðin hevur fimm vøllir av høgari góðsku – tveir panorama tvívøllir, tveir vanligar tvívøllir og ein einstakur vøllur. Vøllirnir kunnu bókast hvør sær ella fleiri í senn, eitt nú til kappingar, venjing og fyritøkutiltøk.

– Vit hava lagt stóran dent á at skapa eina padelmiðstøð, har øll kunnu kenna seg vælkomin – bæði tey, sum hava spælt leingi, og tey, sum royna padel á fyrsta sinni. Padel er ein sera sosialur ítróttur, og tí hevur tað eisini verið týdningarmikið fyri okkum at skapa góðar karmar rundan um sjálvt spælið, har fólk kunnu hittast og hugna sær bæði áðrenn og eftir dystin, sigur Teitur M. Gestsson, dagligur leiðari í Padelmiðstøðini.

Padel er ein kettjaraítróttur, sum minnir um eina blanding av tennis og squash. Ítrótturin er lættur at koma í gongd við og hóskar tí væl til bæði byrjarar og royndar spælarar. Tað er eisini lætt at koma í gongd, tí kettjarar og bóltar kunnu lánast ókeypis frá Padelmiðstøðini. Harumframt eru góð skiftirúm við brúsum í hølinum og nokk av parkeringsplássum við Padelmiðstøðina á Hjalla 2.

Ein týðandi partur av nýggju miðstøðini er State Energy Lounge, har gestir kunnu hittast og slappa av áðrenn og eftir dystin. Har ber til at keypa kaldar drykkir og munnbitar frá State Energy, eins og øðrum veitarum, umframt nýmalið Magnkaffi. Eisini eru snotilig privat høli, sum bólkar og fyritøkur kunnu leiga í sambandi við leigu á vøllum, har tey hava møguleika at bjóða upp til 50 vitjandi.

Hvør av teimum fimm vøllunum ber navn eftir vallarstuðlunum, sum eru Atlantic Airways, Smyril Line, Nema, Borg og Búsetur,

Til ber at bíleggja tíð á heimasíðuni padelmidstodin.fo.