Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.04.2026 08:13

Nýggj hølir “Hjá Judith” í Saltangará, listaframsýning við Finleif Mortensen

Tíðindaskriv

Týsdagin 21. apríl kl 15 lata hølini “Hjá Judith” upp á Heiðavegi 53 í
Saltangará, við spennandi framsýning hjá listamanninum Finleif
Mortensen.

Navnið “Hjá Judith” er siðsøga á Runavíkar-leiðini. Judith Johannessen
var í nógv ár tann, sum mundi taka flest allar myndir fyri eysturoyingar
og onnur í økinum rundanum, tá okkurt serligt skuldi gerast burturúr, so
sum vígslumyndir, jólamyndir, skúlamyndir og serstøk høvi. Og
Fotomiðstøðin hjá Judith var staðið, har man fór at keypa sínar 24 stk
ella 36 stk filmar áðrenn summarferiuna, og spent(ur) heintaði tær
nakrar vikur inn í skúlaárið, fyri at vita um ikki onkur góð mynd mundi
vera ímillum.

Judith er fødd Berg Olsen og vaks upp á Toftum. Í 1961 giftist hon
toftamanninum  Karl Johannessen, og búðleikaðust tey fyrstu 3 árini í
Havn, har hann lærdi til timburmann og hon hjá Bambus Foto. Eftir lokna
útbúgving búsettust tey á Toftum. Í 70´árunum bygdu Karl og bróðurin
Hjalmar bygningin á Heiðavegi 53, og í 1979 byrjaði Judith egið
myndavirksemi í innara (norðara) partinum av bygninginum undir navninum
“Fotomiðstøðin”. Hetta má sigast at vera bæði slóðbrótandi í sjálvum
sær, og heilt einastandandi fyri eina unga kvinnu við 3 børnum, manni og
heimi í sjeyti-árunum. Judith arbeiddi í og fyri sítt lívsverk so leingi
hon orkaði, og helst nakað væl afturat. Í 2008 yvirtók seinasti
lærlingur hennara, Sunrið í Gong, virksemi, sum hon koyrdi víðari á
staðnum í nøkur ár. Sunrið er framvegis virkin sum myndakvinna
aðrastaðni í landinum.

Við navninum “Hjá Judith” verður heiður og virðing víst hesi lokalu
megnarkvinnu og slóðbrótara innan føroyska mynda-list og vinnu. Hølini
liggja mitt í býnum, eru lætt atkomilig við góðum parkeringsmøguleikum,
og kunnu leigast og nýtast til alt hugsandi virksemi í passandi stødd.

Finleif Mortensen er víðagitin føroyskur listamaður, ið málar abstraktar
oljumálningar við vøkrum litum og einføldum landsløgum. Hann leggur dent
á at fanga huglagið og rúttmuna í náttúruni, serliga úr Norðoyggjum og
Streymoynni. Finleif hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og
uttanlands, og hevur givið út myndabók úr føroysku fjøllunum.

Framsýningin og hølini lata upp týsdagin kl. 15,  og verður opið kl
15-18 allar dagarnar til og við fríggjadagin 24. apríl. Listamaðurin
verður til staðar allar dagarnar undir framsýningini.

Útvarpsstøðin Aldan, sum húsast í sama bygningi, verður til staðar til 
upplatingina, og vera samrøður við listamannin og við fólk við vitan um 
søguna á staðnum og onnur, at hoyra seinnapartin. Aldan hoyrist á FM 
kring alt landið og á aldan.fo ella Aldu-appini.