Filmshúsið
Filmhúsið hevur júst almannakunngjørt eina nýggja skipan, ið nevnist Filmsbókin.
Talan er um eitt alment yvirlit yvir føroysk filmsfólk og virki, sum arbeiða við filmsframleiðslu í Føroyum.
Endamálið er at gera føroysku filmsvinnuna sjónligari og fáa ein felags pall at vísa sínar førleikar og tænastu. Tað skal gerast lættari at seta set í samband við filmsfólk og bíleggja tænastu frá teimum.
Filmsbókin finst á føroyskum og enskum og kann sostatt geva føroyingum og útlendingum eitt greitt yvirlit yvir førleikar og tænastur sum finnast í Føroyum og styrkja møguleikarnar fyri samframleiðslur um altjóða filmsframleiðslur og førleikamenning fyri filmsfólki.
Filmsbókin er eitt livandi yvirlit har filmsfólk sjálvi stovna og dagføra sínar upplýsingar. Filmshúsið góðkennir innihaldið, áðrenn tað verður almannakunngjørt, so skráin er álítandi og dagførd.
Filmsbókin er onnur skipan sum Filmshúsið hevur ment í hesum árinum.
Fyrst kom Stroyma har føroyskar framleiðaru verða savnaðar og kunnu stroymast og síðani Filmsbókin við einum felags yvirliti.
Filmshúsið eigur og umsitur Stroyma og Filmsbókina. Báðar skipaninar finnast á heimasíðuni hjá Filmshúsinum ffi.fo ella ávíkavist á stroyma.fo ella filmsbókin.fo