Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.10.2026 18:15

Nýggj barnabókavirðisløn: Barnabókavirðisløn Føroya Lærarafelags

Mynd: Bókadeild Føroya Lærarafelags

Tíðindaskriv/Bókadeild Føroya Lærarafelags

Á 70 ára hátíðarhaldi hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags á Finsen á altjóða læraradegnum í dag 5. oktober varð kunngjørt, at Føroya Lærarafelag setur á stovn nýggja barnabókavirðisløn. Endamálið við Barnabókavirðisløn Føroya Lærarafelags er at fagna barnabókmentum, og verður latin einum barnabókarithøvundi, myndlistafólki, týðara, miðlara, grafikara ella øðrum, sum við eldhuga ella nýhugsan hava gjørt eitt serstakt arbeiði fyri barna- og ungdómsbókmentir.

Á aðalfundinum ólavsøkudag í 1956 settu lærarar Bókadeild Føroya Lærarafelags á stovn, tí ynski var at fáa fleiri bøkur á føroyskum til børn og ung, og týdningurin at hava barna- og ungdómsbøkur á føroyskum er eins stórur í dag sum hann var í 1956.

Barna- og ungdómsbøkur eru ein grundsúla, ið tryggjar, at vit hava eitt livandi føroyskt mál. 

Barna- og ungdómsbøkur eiga at vera viðkomandi. Í bókini møta børn og ung mentan, list og søgum, ið fær tey at undrast. Bókin gevur børnum og ungum ein møguleika at koma niður í ferð og ferðast í annan heim.

Virðislønin

Virðislønin verður latin einum ella fleiri, sum  hevur gjørt eitt serstakt arbeiði fyri barna- og ungdómsbókmentir. Virðislønin er 50.000 krónur og heiðursbræv. Tann, ið fær virðislønina, skal vera virkin og hava lokið minst eina av hesum treytum:

  • Hava skrivað eina serstaka barna- ella ungdómsbók
  • Hava skrivað fleiri barna ella ungdómsbøkur
  • Hava týtt ella myndprýtt barna- ella ungdómsbøkur
  • Hava arbeitt til frama fyri barna- og ungdómsbókmentir.

Tala umstøðurnar fyri tí, kann virðislønin verða latin meira enn einum.

Virðislønin verður latin árliga á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag. Fyrstu ferð á aðalfundinum á vári í 2027.

Dómsnevnd

Fimm limir eru í dómsnevndini. Føroya Lærarafelag, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Betri Pensjón, Námsvísindadeildin/Føroyamálsdeildin og Rithøvundafelagið velja hvør sítt umboð, sum sita í nevndini í eitt 3 ára skeið. Nevndin verður vald sama ár sum forfólkaval er í Føroya Lærarafelag.

Umboð Bókadeild Føroya Lærarafelags er forfólk í dómsnevndini.  

Forfólkið í Bókmentaligu nevndini er skrivari í dómsnevndini.