Nýggi matvøruhandilini í Norðragøtu, sum í hesum døgum stendur í gerð, byrjar nú so líðandi at taka skap.
Í góðveðrinum í dag vóru arbeiðsmenn í ferð við at leggja betongdekk á handilini, sum liggur við síðurnar av býráðshúsinum.
Tað var miðskeiðis í mars í ár, at fyrstu betongveggirnir vóru settir upp.
Eftir ætlan skal handilini lata upp einaferð seint í hesum árinum.
Myndir: Eysturoyarportalurin






Les eisini: Nýggjur bygningur í Norðragøtu byrjar at taka skap (myndir)
