Mynd: JÓK/Eysturoyarportalurin
Í dag var sannur hátíðardámur við Løkin, tá nýggji grasvøllurin var tikin í brúk fyri fyrstu ferð. Tað var Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri, í NSÍ troyggju, sum helt røðu.
Fyrsta sparkið á nýggja graslíkinum átti borgarstjórin eisini, tá ið hann royndi seg við brotssparki við Jens Martin Knudsen málinum.
Men lagt tað verða sagt beinanvegin. Aftaná dystin, vóru nógv av smílunum hjá heimaáskoðarunum ikki so stór, sum tey høvdu verið áðrenn dystin.
Dysturin endaði 1-1, har Klæmint A. Olsen legði NSÍ á odda við brotsparkið í 77 minutti. Men 07 Vestur javnaði í 85 minutti, tá Mads Borchers heilfluktaði bóltin í handara síðunetið, eftir sending úr høgru síðu.
Vónbrotið í NSÍ leguni er tí stórt, nú tað ikki eydnaðist at vinna øll 3 stigini. Við eina stignum eru nú NSÍ, AB og B68 (við sigrinum á skrivaraborðinum) øll á 21 stigum. Men komandi dystirnir hjá NSÍ eru í truplara endanum; ímóti KÍ (heima), Víkingur (úti), B68 (heima) og HB (úti).
Nú er landsliðssteðgur, áðrenn 24. umfarð skal spælast 1. og 2. oktobur.
Deil á Facebook