Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.09.2026 19:50

Nú kanst tú leiga tín privata bil út til ferðafólk – lætt og ómakaleyst

Tíðindaskriv/RentLocal

Nú verður møguligt hjá føroyingum at fáa ein fíggjarligan ágóða av sínum privatu bilum. Við nýggju føroysku bilaútleiguskipanini hjá RentLocal ber til hjá bilaeigarum at leiga teirra bilar út til ferðafólk, sum koma til Føroya og hava tørv á einum bili, meðan tey eru her.

Hugskotið aftan fyri RentLocal kom av einari einfaldari orsøk: ”Vit hildu, at ferðavinnan í Føroyum í ov stóran mun er komin teimum fáu til góðar. Ferðafólkini koma higar, nýta pening og hava tørv á tænastum, men tað er ikki altíð, at vanligi føroyingurin fær ágóðan av tí. Tað vildu vit gera nakað við”, sigur Magnus Madsen, ið er ein av stovnarunum í RentLocal.

Í Føroyum standa nógvir bilar stillir stórar partar av degnum, vikuni ella summarinum. Samstundis er stórur eftirspurningur eftir bilum, serliga í háárstíðini, tá ferðafólk ofta hava trupult við at finna ein leigubil. Tað gevur góða meining, at ein føroyingur, sum kortini ikki brúkar bilin hjá sær hvønn dag, kann leiga hann út og fáa eina eyka inntøku burturúr.

RentLocal er ein netborin leiguskipan, har bileigarar kunnu leggja bilin hjá sær inn, áseta ein dagprís og gera bilin tøkan, tá tað passar teimum. Ferðafólk kunnu síðani bíleggja bilin beinleiðis ígjøgnum skipanina. Fyri ein privatpersón kann hetta gerast ein sera góð eyka inntøka. Í háárstíðini kunnu bilútleigufyritøkur fáa yvir 1.000 kr. um dagin fyri ein bil. Tað vísir, hvussu stórur eftirspurningurin er, og hvussu nógv virði kann liggja í einum bili, sum annars stendur óbrúktur.

Málið við RentLocal er at skapa karmar fyri, at ferðavinnan í størri mun kemur fleiri føroyingum til góðar. Ferðafólk fáa ein lættari hátt at finna sær ein leigubil í Føroyum, og føroyingar fáa møguleikan at fáa ein fíggjarligan ágóða av onkrum, tey longu eiga.

Kobla úr, og lat bilin gera arbeiðið fyri teg.

Spjaldur