Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.04.2023 17:23

Nú byrja lombini at koma

Mynd: Varmakeldugarðurin

Nú byrjar enduliga at vára. Kavin er um at vera vekk og lukkan hómast í luftuni.

Á Varmakeldugarðinum í Norðragøtu fingu tey fyrstu lombini í vikuskiftinum, tá ein ær hevði lembt tvey lomb inni í seyðhúsinum. Eitt gimburlamb og eitt veðurlamb.