Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.01.2023 14:34

NSÍ sett málmansvenjara

Mynd: NSÍ (venjaratoymið hjá NSÍ)

NSÍ hevur í dag kunngjørt, at fyrrverandi leikarin í felaganum, Símun Rógvi Hansen, er settur sum málmansvenjari fyri komandi kappingarár.

NSÍ sigur soleiðis á heimasíðu síni: “Og so er tað okkum ein sonn gleði at bjóða Símun Rógva Hansen vælafturkomnum til Runavíkar!

Sjálvur sigur Símun Rógvi soleiðis við Eysturoyarportalin: “Tað var ein løtt avgerð at taka tá eg bleiv spurdur, um eg hevði hug at verða málmansvenjari í felagnum. Eg havi havt nógvar góðar løtur í NSÍ. Mær dámar væl felagsskapin og fólkini rundanum. Hóast leikluturin hesuferð verður eitt sindur øðrvísi enn seinast, eg var í felagnum, so gleði eg meg ótrúliga nógv at koma í gongd.”

Símun Rógvi Hansen vardi málið hjá runavíkingum kappingarárini 2016 og 2017, tá teir endaðu ávíkavist nr. 3 og nr. 4 í bestu deildini.