Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.09.2026 12:00

Norröna sparir upp í 26 tons av CO₂ um vikuna við landstreymi í Íslandi

Mynd: Smyril Line

Tíðindaskriv/Smyril Line

Hósdagin í seinastu viku fekk Norröna fyri fyrstu ferð landstreym í Seyðisfirði.

Verkætlanin við landstreymi er gjørd í samstarvi við Múlaþing kommunu, sum hevur staðið fyri arbeiðinum á landi. Føroyska fyritøkan ETV hevur sniðgivið og staðið fyri installatiónini av landstreymsloysnini umborð á Norrönu.

Bæði Eyðun Hansen, stjóri á ETV, og Heðin Mortensen, maskinstjóri umborð á Norrönu, vóru í Seyðisfirði, tá skipanin varð tikin í nýtslu, og lata báðir sera væl at.

Landstreymurin ger tað møguligt hjá Norrönu at sløkkja hjálpimotorarnar, meðan hon liggur við bryggju. Við longu liggitíðini í Seyðisfirði verður mett, at hetta sparir 7-8 tons av olju um vikuna. Tað svarar til eina minking í CO₂-útlátinum á umleið 22-26 tons um vikuna.

Samstundis minkar luft- og ljóðdálkingin munandi, tí motorlarmur, ristingar og ávís útlát hvørva, tá hjálpimotorarnir verða sløktir. Hetta gevur betri umstøður bæði umborð og hjá fólki, sum búgva og arbeiða nærindis havnini.

„Verkætlanin vísir, hvat kann røkkast, tá myndugleikar, havn, reiðarí og veitarar arbeiða saman um ítøkiligar loysnir. Vit á Smyril Line eru sera takksom fyri góða samstarvið við Múlaþing kommunu og ETV“ sigur Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line.

Landstreymur er partur av arbeiðinum hjá Smyril Line at minka um umhvørvisárinið frá virkseminum og menna burðardyggan sjóvegis flutning í Norðuratlantshavi.

Myndir: Smyril Line

Spjaldur