Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.05.2023 18:02

Norðurlendsk vitjan – Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

Alt oftari koma útlendsk vitjandi á gátt hjá Runavíkar kommunu. Umframt, at hesi ynskja at frætta um kommununa – hvaðan hon kom, hvar ið hon stendur og hvaðar hon ætlar sær,  – hevur vinnan í økinum, ikki minst alifelagið Bakkafrost, teirra áhuga.

Í vikuni vitjaði ein norðurlendskur embætismannahópur kommununa. Úr Finlandi, Álandi, Svítjóð, Danmørk, Noregi, Íslandi, Grønlandi og teimum í fylgi vóru Eyðun Christiansen, Christina Holm Davidsen, Hilmar Høgenni og Bjartur Nolsøe, stjóri í norðurlendska útnyrðingsgrunninum – staðsettur í Nuuk.

Borgarstjórin greiddi teimum frá føroyska samfelagnum við serligum atliti til okkara egnu kommunu, og eftir vitjanina løgdu tey leiðina inn á Bakka, har tey fingu kunning um framkomna alirisan, og týdningin, sum hendan lutfalsliga nýggja vinnan hevur fingið sum stóraktørur í føroyska samfelagnum, nú helmingurin av útflutningi landsins kemur frá hesum vinnumótinum.