Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.11.2022 14:31

Nógvar leysar stemmur hjá A

Mynd: Fólkaflokkurin

Eygleiðing

Tað ganga nógvar leysar stemmur nú løgtingsvalið nærkast.

Serliga er tað hjá einum flokki, sum hetta er aktuelt hjá. Vit hava hugt eitt sindur eftir Fólkaflokkinum og teimum stemmum, sum eru leysar hjá flokkinum frá seinasta løgtingsvali í 2019.

Í vikuni frættist um eina veruliga hópflýggjan úr Fólkaflokkinum, har stór prominent nøvn valdu, at antin venda flokkinum bakið ella ikki stilla uppá til komandi løgtingsval. Eisini fyrr í ár vendi Brandur Sandoy flokkinum bakið, tí hann segði flokkin verða alt ov konservativan.

Um hugt verður eftir seinasta løgtingsvali í 2019, so sá stemmubýti soleiðis út:

Jógvan á Lakjuni: 683 atkvøður (Nr. 4 á Fólkaflokkslistanum)

Christian Andreassen: 580 atkvøður (Nr. 5 á Fólkaflokkslistanum)

Jákup Mikkelsen: 548 atkvøður (Nr. 6 á Fólkaflokkslistanum)

Heðin Zachariasen: 342 atkvøður (Nr. 9 á Fólkaflokkslistanum)

Annika Olsen: 289 atkvøður (Nr. 10 á Fólkaflokkslistanum)

Brandur Sandoy 298 atkvøður (Nr. 11 á Fólkaflokkslistanum)

Tilsamans: 2740 atkvøður

Eisini kann leggjast afturat, at Sólvit E. Nolsø fekk 323 atkvøður til Fólkatingsvalið sum júst er farið afturum. Hann stillaði ikki upp til løgtingsvali í 2019 og sigur nú, at hann heldur ikki fer at stillað upp til komandi løgtingsval.

Enn eru tó endaligu listarnir ikki komnir uppá pláss hjá flokkunum, so enn kann nógv henda, bæði hvør kemur uppá listan og hvør velur at taka seg av listanum. Tí er óvissan enn sera stór.

Til løgtingsvalið í 2019 fekk Fólkaflokkurin eitt framúr val við heili 8298 atkvøðum. Sostatt kann tað blíva ein harður kampur hjá nýggja formanni Fólkaflokksins Beinir Johannusen, at vinna atkvøðurnar innaftur, sum hesi fólk fingu seinast, men sum ikki verða á listanum hesuferð.