Nýggja kappróðrarneystið hjá Tindi í Eysturkommunu, sum verður bygt á kaiøkinum í Norðragøtu, verður stoypt í hesum døgum.
Útveggirnir verða nú stoyptir og byrjar húsið veruliga at taka skap.
Tað var annars tann 17. august í fjør (2024) at fyrsti spakin varð settur í.
Miðað verður eftir at niðasta hæddin skal verða liðug fyrst í hesum árinum so bátarnir kunnu standa inni, meðan alt húsið skal standa liðugt á heystið 2025.
Myndirnar eigur Arni Petersen




