Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.05.2023 22:12

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur skipað seg

Mynd: Nýggja nevndin í Heilsurøktarafelagnum (Heilsurøktarafelagið)

Tíðindaskriv

Nýggja nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur havt sín fyrsta og skipandi nevndarfund eftir aðalfundin, sum var síðst í apríl mánaða.

Í nevndini í Heilsurøktarafelagnum eru nú Bingerð H. Fosságil, forkvinna, Linda Arnfríðardóttir, næstforkvinna og skrivari, Annika E. Breiðaskarð, Elisabeth Eið Eliasen og Elsebeth Samuelsen, nevndarlimir, og Ella Norðberg Heinesen og Lovisa við Kykslið, tiltakslimir.

Til aðalfundin varð Annika E. Breiðaskarð nývald í nevndina og Linda Arnfríðardóttir varð afturvald.   

Norðurlendsk psykiatriráðstevna fyri heilsurøktarar

Beinanvegin vikuskiftið eftir aðalfundin var Heilsurøktarafelagið vertur fyri ráðstevnuni Nordisk Psykiatrikonference, sum var hildin á Hotel Hafnia í Havn. Ráðstevnan var fyri limir felagsins, sum arbeiða í psykiatriska økinum. Heilsurøktarafelagið er umboðandi limir felagsins, sum starvast í psykiatriini partur av samstarvi við heilsurøktarar í sama starvsøki í Danmark og Norra.  Limalondini í hesum samstarvinum eru saman á fundi annað hvørt ár, og triðja hvørt ár verður skipað fyri ráðstevnu. Endamálið við  samstarvinum er at varpa ljós á og menna viðkomandi viðurskifti sum til dømis útbúgvingar, menning, arbeiðsviðurskifti og annað, ið er er viðkomandi fyri psykiatriska fakið og økið.

Sáttmálasamráðingarnar  uppafturtiknar

Eftir ein drúgvan steðg í lønar- og sáttmálasamráðingunum, sum byrjaðu í fjør heyst, men vórðu seinkaðar orsakað av løgtingsvalinum, var endiliga klárt at taka samráðingarnar upp aftur í gjár. Tað er við góðum treysti, at nevndin í Heilsurøktarafelagnum arbeiðir fyri at tryggja limum sínum livilig kor á arbeiðsmarknaðinum og virðiligar lønar- og eftirlønaravtalur, ið samsvara útbúgvingarlongd, fakligari ábyrgd og røktarfakliga eftirspurninginum í okkara vælferðarsamfelag.