Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.06.2023 15:17

Nes prestagjald: Gøtu kirkja er ikki partur av G!

Mynd: Gøta kirkja

Hin 4. juni bórust tíðindi um, at Gøtu kirkja hýsir konsertum hjá G!-festivalinum. Gøtu kirkjuráð metir tí, at tørvur er á einari nágreining.

Í Løgtingslóg nr. 42 frá 26. mai 2008 um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni stendur soleiðis skrivað:

”§ 1. Kirkjan er til gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur.

Stk. 2. Gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur eru almennar.

Stk. 3. Í kirkjuni skal spekt og sómi valda. Har skal onki vera ella fara fram, sum stríðir ímóti teirri tign, sum eyðkennir kirkjuna.

Stk. 4. Sóknarprestur gevur boð og leiðbeinir um, hvussu farið verður fram í sambandi við gudstænastur og kirkjuligar tænastur.”

Í stuttum: Gøtu kirkja er vígd at hoyra Harranum til. Hon er halgi- og griðstaður hjá fólki. Her kalla kirkjuklokkurnar saman til halgan fund, t.e. til gudstænastur, jarðarferðir, vígslur og dópar. Í stillum verður kirkjan eisini nýtt sum staður til bæði forbøn og samtalu. Kirkjan er ikki ein pallur og Gøtu kirkja er ikki ein partur av G!-festivalinum. Gøtu kirkja hýsir konsertum, sum hon ger fleiri ferðir gjøgnum árið.

Gøtu kirkja hevur í fleiri ár verið opin, dagarnar mitt í juli, við tað at nógv fólk eru í økinum. Gøtu kirkuráð hevur í fleiri ár skipað fyri gudstænastu miku- ella hósdag við tónleikainnslagi í hesum sama sambandi.

Gøtu kirkjuráð hevur í mong ár havt ein tónleikaábyrgdara, ið umsitur umbønir um konsertir í kirkjuni. Viðkomandi skal tá kanna eftir, um ætlaða konsertin er tónleikaliga og innihaldsliga hóskandi í vígda rúminum. Tað er ókeypis atgongd til allar konsertir í kirkjuni.

Í ár er spurningur komin frá fyriskiparum um at hava onkrar konsertir í kirkjuni. Eins og altíð, so er tónleikábyrgdarin spurdur eftir og hevur mett konsertirnar at vera tónleikaliga og innihaldsliga hóskandi.

Kl. 16 og 20 hin 15. juli kalla kirkjuklokkurnar í Gøtu kirkju tí til konsertir. Undan konsertini verður inngangsbøn biðin og andakt hildin. At enda verður útgangsbøn biðin og biðisløgini ljóða.

Bøn okkara er, at fólk gjøgnum okkara virksemi og í vígda rúminum fær frelsaran Jesus Krist at kenna.

Tí Gøtu kirkja er vígd at hoyra Harranum til.

Gøtu kirkjuráð