Mynd: Nes.fo
Kelda: KVF
Lutfalsliga størsti vøkstur, 4,7 prosent, seinasta árið var í Nes kommunu, sum nú nærkast 1.500 fólkum.
Frá 1.august í fjør til 1.august í ár vaks fólkatalið í 14 kommunum, tað minkaði í 14 kommunum og stóð í stað í einari kommunu, tað var í Fugloy.
Størsti vøkstur í tali var í Tórshavnar kommunu.
Nú búgva yvir 23.000 fólk í Tórshavnar kommununi, 43 prosent av fólkatalinum í Føroyum.
Næststørsti vøkstur í tali var í Eysturkommunu, sum nú hevur 2.300 fólk.
Lutfalsliga størsti vøkstur, 4,7 prosent, var í Nes kommunu, sum nú nærkast 1.500 fólkum.
Eisini var lutfalsliga stórur vøkstur í Eysturkommunu, Eiðis kommunu og Vestmanna kommunu.
Yvirhøvur er tað í teimum størru kommununum í meginøkinum, at fólkatalið veksur, ikki minst rundan um undirsjóvar-tunnilsmunnarnar í Eysturoynni.
Fólkatalið minkaði mest í Hvalbiar kommunu og Sands kommunu.
Deil á Facebook