Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.06.2026 15:40

Skótarnir hátíðarhildu altjóða limaskap

Mynd: Mentamálaráðið

Mentamálaráðið

Nógv fólk vóru komin saman og Havnar hornorkestur setti dám á, tá Føroya skótaráð skipaði fyri hátíðarhaldi í KFUK í Havn í sambandi við at Føroyar hava fingið sjálvstøðugan limaskap í heimsfelagsskapinum fyri gentuskótar, World Association of Girl Guides and Girl Scouts, WAGGGS.

Á hátíðarhaldinum greiddi Elisabeth M. Gaard, forkvinna í Føroya Skótaráði, frá ferðini til Kambodja, har Føroyar fingu sín limaskap við fullari undirtøku frá limalondunum í WAGGGS. Eisini hildu umboð fyri bæði KFUK-skótarnar og SSB-skótarnar røður.

Bæði yngri og eldri skótar úr øllum landinum vóru komnir saman til hugnaliga hátíðarhaldið.


Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu, har hann ynskti føroysku skótarørsluni hjartaliga tillukku við limaskapinum. 

Øll tit mongu, sum hava arbeitt fyri limaskapinum – skótafeløgini, nevndir, leiðarar og tit, sum hava umboðað Føroya Skótaráð í samskiftinum við WAGGGS – eiga tykkara lut í, at hetta hevur borið á mál.
Ein serlig tøkk eigur føroyska ferðalagið, sum fór ta longu leiðina til Kambodja at umboða Føroyar og leggja málið um føroyskan limaskap fram. Tit umboðaðu Føroyar á besta hátt og kunnu nú fegnast um úrslitið. 
Tit hava víst, at føroyska skótarørslan er væl skipað, virkin og før fyri at taka ábyrgd í einum stórum altjóða felagsskapi.

Øll røðan kann lesast her.