Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.06.2026 19:26

U20-menn: Ísland munin í fyrra dystinum

Mynd: HSF

Hondbóltssamband Føroya

Liðini áttu hvør sín hálvleik, tá U20-landsliðini hjá Føroyum og Íslandi møttust á Hálsi í dag. Ísland var tó stinnari yvir 60 minuttir og vunnu teir 29-24, eftir at teir vóru á odda 17-11 í hálvleikinum.

Føroyar fingu eina vánaliga byrjan uppá dystin og komu afturum 5-1. Tað var serliga skotneyvleikin sum vantaði fyrstu løtuna, har okkara brendu 6 góðar málmøguleikar fyrstu 10 minuttirnar. Okkara skuldu eisini stríðast meira fyri málini og var tað mest á vengrunum, at okkara fingu pláss. Íslendingar høvdu munin allan hálvleikin og høvdu okkara trupuleikar at fáa bukt við langskotini og spælið inn á strikuna. Íslendingar øktu so líðandi og fóru liðini til hálvleiks við støðuni 17-11.

Føroyar fóru longur fram á vøllin at verja í seinna hálvleiki og stóð verjan nú betri. Jákup Egholm spældi ein góðan dyst fyri Føroyar, har hann vardi frammi. Hann var eisini føroyskur toppskjútti við 9 málum, harav 4 uppá brotskøst. Føroyar hálaðu inn og minkaðu um munin niður í tvey mál, 21-19, við miðjan seinna hálvleik. Ingi Johannesen var komin inn í føroyska málið eftir hálvleikin, og hevði hann eisini fleiri rimmar bjargingar, 8 tilsamans. Føroyar komu tó ikki tættari enn tvey mál, hepni var ikki við okkara seinastu løtuna og Ísland økti aftur til 29-24, sum var úrslitið.

Liðini møtast aftur í morgin kl. 17.00 á Skála. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.

Dystargongdin Føroyar – Ísland:
5 min. 1-3
10 min. 3-5
15 min. 5-8
20 min. 8-10
25 min. 8-13
30 min. 11-17
35 min. 14-18
40 min. 16-21
45 min. 19-21
50 min. 20-24
55 min. 22-27
60 min. 29-24

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 9 (4)
Pauli Hentze Rasmussen 3
Magnus Árason 3
Rúnar Hammer 3
Erling Erlendsson 2
Jón Eyðunsson Midjord 2
Jógvan Andreas Lamhauge 1
Helgi Halldórsson Fossádal 1

Málverjar:
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 30 min. 4 bjargingar
Ingi Johannsen 30 min. 8 bjargingar