Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.11.2026 16:45

Dunga Jákup: Skráin til dópin sunnudagin

Nýggi trolarin hjá Varðanum, Dunga Jákup, verður doyptur í Norðragøtu sunnudagin 29. november klokkan 13.00.

Hornorkestrið spælir, meðan skipið leggur at bryggju.

Á skránni eru felagssangur og fýra røður. Fyrst verður sungið „Teir sigla so væl sín fríða knørr“.

Síðani halda Sámal Joensen, stjóri á Varðanum, Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og Mouritz Mohr, stjóri á MEST, hvør sína røðu.

Eftir røðurnar verður sungið „Givnir eru einglar góðir“.

Eftir dópin eru øll vælkomin umborð og eisini verður okkurt at fáa til matna í kappróðrarnestinum hjá Tindi.