Nes Kommuna
Kunning um vatnið:
Nýggja skipanin á reinsiverkinum er sett í verk og riggar til fulnar, men tíverri eru avbjóðingar við ávísum leiðingum, sum gera at tað kemur fyri at liturin í vatninum ikki er í lagi.
Kommunan tekur regluligar vatnroyndir, og sambært HFS eru ongar bakteriur ella skaðilig evni staðfest í vatninum.
Kommunan arbeiðir við at loysa avbjóðingarnar við leiðingunum.
Heitt verður á borgarar um at venda sær beinleiðis til vatnmeistaran á tlf. 565010 ella á vakttelefonina uttanfyri arbeiðstíð á tlf. 448144, tá litur er í vatninum.
Deil á Facebook