Mynd: Savnsmynd
Í kjalarvørrinum av kjakinum, sum tók seg upp fyri nøkrum døgum síðani, viðvíkjandi teimum vánaligu vegunum í Eysturoynni, havi vit biði um eitt yvirlit frá Landsverk um asfaltering í oynni.
Síðani Eysturoyarportalurin tók málið upp fyri kortum, so hevur serliga verið kjakast um vegastrekkið ímillum Norðragøtu og Kambsdal.
Í hesum sambandi hevur Eysturoyarportalurin spurt seg fyri hjá Landsverk.
Landsverk sigur, at vanliga heldur ein nógv traffikeraður vegur áleið 15 ár, um rætt asfalt er lagt á. Men summastaðni kann hann halda longur og í øðrum førum styttri.
Kavarudding, píkadekk og annað hjálpa heldur ikki uppá “livitíðina” hjá vegunum, sigur Landsverk við Eysturoyarportalin.
Vit hava fingið niðanfyri yvirlit frá Landsverk yvir vegarstrekkir í Eysturoynni og hvat ár hesir vegirnir seinast vóru asfalteraði.
Gøtueiði – Søldafjørður (ár 2003)
Gøtueiði – Norðragøta (ár 1998)
Leirvíkstunnilin (ár 2003)
Gøta – Fuglafjørður (ár 1999)
Millum fjarða (ár 2000-2001)
Tjørnunes (ár 2018)
Skála – Strendur (ár 2007)
Skálabotnur – Skála (ár 1988)
Selatraðsvegurin (ár 1989. partvís ár 2018)
Norðskála – Ljósá (ár 1996)
Eiði – Ljósá (ár 2005)
Norðskálatunnilin (ár 2006)
Rundkoyring, Norðskála (ár 2015)
Eiðisskarð (ár 1984)
Funningur- Funningsbotnur (ár 2006)
Agnið (ár 1987, partvís ár 1999)
Rituvík – Skákið (ár 1997)
Deil á Facebook