Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.01.2025 17:48

Nær um at verða liðugt at spreingja í Fuglafirði

Mynd: Eysturoyarportalurin

Hetta váttar Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafirði, fyri Eysturoyarportalinum í dag. 

Síðst í fjør varð seinasta skotið latið av til stóru verkætlanina av tunlunum, sum Havsbrún letur byggja inni í berginum í Fuglafirði. Talan er um tríggjar 250 m langar tunnlar, sum vóru sprongdir lidnir áðrenn jól.

Og nú er eisini seinasta stóra spreingingin verið, til verkætlanina av tunlunum og maskinhøll hjá Bergfrost. 

Har er talan um tveir tunnlar. Ein frystitunnil uppá 286 m og ein turrtunnil uppá 220 m. Hesir tunnlar koma at liggja sunnanfyri núverandi frystitunnlar við síni egnu innkoyring, sum blívur áleið 130 m.

Umframt hesar báðar tunlarnar er eisini sprongt fyri ein høll sum skal hýsa frystikompressarum, verkstaði og trukkum.

Nú manglar bert nakrar fáar smærri spreingingar hjá Bergfrost, hetta er seinastu pettini av neyðgongdum ímillum tunlarnar.

Eftir ætlan verður hettar arbeiði liðugt komandi fríggjadag, 24. januar.

Her síggjast tunnlarnir hjá ávíkavist Havsbrún og Bergfrost

Á myndunum niðanfyri vísir blái liturin hvat skotið er. Og hvíti liturin vísir hvat eftir er at skjóta av tunlunum, á ásettu dagfesting.