FM varð í kvøld fyribils úttsett, tá ið oddaliðini, Víkingur og KÍ møttust í Sarpugerð.
Tað bleiv til ein sera ferðmiklan og undurhaldandi dyst, har teir myrkabláu úr Norðoyggjum trektu longstra stráðið og vunnu dystin 2-1 við málum frá Árna Frederiksberg og Odmar Færø. Meðan málið hjá Víkingi skeyt Sølvi Vatnhamar við brotssparkið.
Nú eru 6 stig á muni millum liðini, og 4 dystir eftir. Víkingur hevur eisini ein væl betri málmun enn KÍ.
Komandi dystur hjá Víkingi er mánakvøldið kl. 18.30, tá ið Skála tekur ímóti undir Mýruhjalla.
Deil á Facebook