Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.05.2024 22:04

Myndir: Skála – KÍ 0-1

Mynd: Egin Tollaksson Kass/Eysturoyarportalurin

Mennirnir hjá Skála taptu í kvøld, á heimavølli undir Mýruhjalla, móti føroyameistarunum úr KÍ í 10. umfarið. Úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til klaksvíkingar.

Einasamalla málið stútaði stóri miðverjin, Cedric Yambere, í málið longu í 18 minutti.

Skálamenn kendu ikki sínar vitjunartíð, og høvdu nakrar málmøguleikar, har minst ein skuldi givið mál. KÍ liðið leikti ikki ein serliga góðan dyst og var langt undir hvat kann vanliga væntast av einum FM kappingarneyta. Men hóast hetta, fór KÍ avstað við øllum 3 stigunum norð aftur gjøgnum Norðoyartunlin.

Myndir: Egin Tollaksson Kass