Mennirnir hjá Víkingi taptu í dag 2-1 við Djúpumýri í Klaksvík. Sosatt stendur oddastríðið nú millum trý lið.
Talan var um ein javnan dyst, har Sølvi Vatnhamar legið útiliðið á odda longu í 5 minutti. Men í 28 minutti javnaði Árni Fredriksberg, við beinleiðis hornasparkið, og 1-1 var eisini støðan tá ið farið var til hálvleiks. Vinnandi málið, skeyt Dávid B. Andreasen í 87 minutti, sum eisini var endaliga úrslitið.
Myndir: Egin Tollaksson Kass
Deil á Facebook