Uml. kl 7 í morgun var ein grind funnin beint uttanfyri Syðrugøtu.
Bíða var eina løtu eftir fólki og bátum, og tí var grindin ikki hildin til fyri enn nakað eftir kl. 08.00.
Uml. 100 hval løgdu beinini, og sjálvt drápið gekk skjótt og væl.
Aftaná drápið vóru tað nøkur fólk frá Sea Shepard, sum vildu erta og øsa upp føroyingar, men alt gekk tó friðaligt fyri seg. (Meira um tað seinni her á Eyp)
Sí myndir sum Eysturoyarportalurin tók






















































































