Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.09.2024 15:49

Mugu vera væl skipaðir og stríðast

Týsdagin hevði føroyski U21 hópurin sína fyrstu venjing í Kroatia - Mynd: FSF.fo / Ingi Solberg Joensen

Fótbóltssamband Føroya

Hósdagin klokkan 16:00 skal føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur. Hesaferð spæla Føroyar á útivølli móti Kroatia, sum í løtuni er á 3. plássi í bólkinum.

Tað er aftur ein av teimum stóru uppgávunum, ið bíðar føroyska U21-landsliðnum, tá Kroatia tekur ímóti á Sport Center Rudes leikvøllinum í Zagreb hósdagin klokkan 16:00.

Tá kroatar vóru á vitjan í Klaksvík tann 12. september í fjør, gjørdist úrslitið 4-2 til Kroatia. Kroatar komu á odda 3-0, áðrenn Gutti Dahl-Olsen við tveimum málum seint í dystinum minkaði til 3-2, og veruligur spenningur kom í dystin aftur. Men í síðstu minutti fingu kroatar eitt mál afturat, og avgjørdu dystin.

– Hetta verður ein krevjandi og spennandi uppgáva. Kroatia er gott lið, við nógvum dugnaligum spælarum, ið spæla á høgum stigi kring Evropa. Skulu vit standa okkum væl í hesum dysti, mugu vit fyrst og fremst vera væl skipaðir og stríðast, og síðani skulu vit eisini hava dirvi at spæla bólt og leypa á. Vit trúgva upp á møguleikan og spæla fyri tí stóra úrslitinum, sigur venjarin, Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Undan dystinum er Portugal fremst í bólkinum við 18 stigum fyri 7 dystir. Nummar 2 er Grikkaland við 14 stigum fyri átta dystir, meðan Kroatia er á 3. plássi við 13 stigum fyri seks dystir. Føroyar hava 7 stig, og síðani koma Hvítarussland og Andorra við 6 og trimum stigum.

U21 EM-undankappingardysturin millum Kroatia og Føroya verður vístur beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum. Avspark er klokkan 16:00.