Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.06.2026 23:14

Monika Stauss og Símun Hammer – tvær konsertir fyri violin og orgul í vikuskiftinum

Leygardagin, 13. juni kl. 11.30 í Havnar kirkju og sunnudagin 14. juni kl. 16.00, spæla Monika Stauss (Violin) og Símun Hammer (orgul) konsert.

Saman framføra Monika og Símun eina suitu av K. Black, partar av suitu hjá J. Rheinberger og eina Romansu í G-dur eftir J. S. Svendsen.
Á báðum konsertum spælir Símun Hammer eisini nøkur orgulverk sjálvur, m.a. eftir G. Böhm, Sigfrid K. Elert.

Konsertin er partur av Summartónum 2026, og tú fært uml. 40-45 min. av væl valdum tónleiki.

Báðar konsertirnar eru ókeypis!

Monika Stauss Joensen er upprunaliga úr Sveits, men hevur verið búðsitandi í Føroyum og virkin sum violinlærari í musikkskúlanum í nógv ár. Hon spælir eisini í Føroya Symfoniorkestri og er virkin kamartónleikari.

Símun Hammer er virkin organistur og kórleiðari í Gøtu kirkju. Harumframt spælir hann regluliga konsertir, bæði í Føroyum og uttanlands. Hann hevur Master útbúgving í kirkjutónleiki frá konservatoriinum í Aarhus.