Týsdagin 28. januar 2025 byrjar missiónsvikan í Thabor, og heldur hon fram til sunnukvøldið 2. februar.
Í nógv, nógv ár hevur missiónsvika verið í Thabor. Hetta eru høgtíðardagar við møti hvørt kvøld, vit hitta nýggjar og gamlar vinir, fólk koma langvegis frá og luttaka í góða felagsskapinum, sum er millum tey, sum plaga at savnast til møti og líknandi tiltøk.
Skráin í ár er sett saman soleiðis, at hvørt gerandiskvøld og leygarmorgunin hava vit boðið pørum at boða Guðs orð fyri okkum undir felagsheitinum ”Saman við Jesusi”. Hesi leggja so dent á teir vinklarnar, sum tey sjálvi hava til høvuðsevnið ”Saman við Jesusi” – antin tað so er heima, í øðrum londum, í tænastu ella í øðrum samanhangi.
Á seinasta møtinum sunnukvøldið talar John Petersen og tekur hann saman um evnið, sum alla vikuna fer at merkja boðskapin.
Í Fuglafirði eru vit so heppin, at í Thabor eru í løtuni 4 kór og sangbólkar. Vit hava nýggja Gospelkórið í Thabor, Manskórið, nýggja Barnakórið og so sangbólkin Cantus Deo.
Afturat teimum koma Taborkórið av Toftum og Caritas úr Leirvík á vitjan.
Hvørt kvøld er ein drekkamunnur, tó bjóða vit døgverða hóskvøldið, tá vit hava familjumøti, og leygarmorgunin verður morgunmatur. Sunnukvøldið bjóða vit nátturða við øllum góðum afturvið.
Verið hjartaliga vælkomin á missiónsviku í Thabor!
Stýrið