Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.11.2026 08:21

Meting fyri viku 48, 2026

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er morðanfyri og kemur helst at landa síðst í vikuni. Tað fiskar mest hýsu og tosk. Átta frystilínuskip fiska við Føroyar. Fleiri hava eisini verði á Føroya Banka. Okkurt kemur at landa í vikuni.

Útróður: Streymurin verður harður alla vikun og veðri verður heldur ikki gott, so vit rokna við lítið av útróðri hesa vikuna.

Djúpvatnstrolarar: Tríggir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum. Vantandi landa tveir í vikuni. Ein er á djúpum vatni og fiskar mest av blálongu og annan djúpvatnsfisk. Hann landar fyrst í vikuni.

Partrolarar: Øll,  pørini eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk.