Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.04.2026 14:59

Meting fyri viku 17, 2026

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst út í vikuskiftinum  Eitt frystilínuskip eru við Ísland, landar mánadagin, og eitt er við Føroyar. Fýra eru við Eysturgrønland. Eitt er á Flemish Kap. Okkurt frystilínuskip landar í vikuni.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta, so tað verður nógvur útroður.

Djúpvatnstrolarar. Tveir fiska svartkalva. Ein hevur verði á Íslandsrygginum, men fer vantandi at fiska svartkalva nú. Vantandi landa tveir av djúpvatnstrolarunum í vikuni. Jákup Sverri fiskar norðanfyri. Fær mest av hýsu og toski. Landar miðskeiðis í vikuni.