Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.02.2024 10:47

Meting fyi viku 9, 2024

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Fiskamarknaður Føroyar

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini eru til fiskarí. Vit rokna við at annað landar í vikuni, meðan hitt landar í aðru viku. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu og longu. Fimm frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Nøkur landa í vikuni.  

Útróður: Streymurin er hampuligur, men veðri verður óvuliga skiftandi, so tað verður ikki so nógvur útróður. Fiskaríið er brúkiligt. Tað er er blandingur av toski og hýsu bátarnir fáa. Tað eru fleiri, sum nú eru farnir at fiska við snellu.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á kongafiskaveiðu og ein fiskar svartkalva. Vantandi landa báðir síðst í vikuni. Ein frystitrolari er á svartkalvaveiðu. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar nú, so hann kemur inn við nakað av hýsu og toski.

Partrolarar: Øll, uttan eitt, eru til fiskarí. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tað er ikki nógv av hvítfiski pørini fáa. Økur landa í vikuni.

Trolbátar: Tað eru bert tveir trolbátar úti. Báðir eru norðanfyri og fiska. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu, reyðsprøku og annan fisk. Báðir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Øll landa í vikuni.