Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.04.2026 10:39

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er skotin væl í gongd

Runavíkar kommuna

Í døgunum 19.-26. apríl er Mentanarvika í Runavíkar kommunu.

Hvørt ár er skráin full við nógvum áhugaverdum tiltøkum so sum tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum, listaframsýningum og mongum afturat. Aftuvendandi tiltøk í rúgvusmiklu skránni eru millum annað eitt orðaskifti um móðurmálið, morgumatur fyri íbúgvar í kommununi og stór konsert í Løkshøll.

Mentanarvikan hevur okkurt at bjóða til allar aldursbólkar og øll áhugamál og tiltøk eru í øllum 15 bygdunum í Runavíkar kommunu. Eitt gott høvi at vitja hvønn krók í kommununi!
 

Kunning og skrá sæst á www.mentanarvikan.fo

Hjartaliga vælkomin