Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.04.2026 08:38

Mentanarvikan 2026 er av á hesum sinni

Mynd: Mentanarvikan 2026

Mentanarvikan 2026

Yvir 180 tiltøk í øllum 15 bygdunum í Runavíkar kommunu eru nú farin um bak.

Vikuskiftið hevur verið fult við nógvum ávugaverdum tiltøkum; møguligt var at dreya ein staka við Joel Cole í Borg, hoyra Theodor Eli Dam Olsen greiða frá protestantiska arbeiðsetikkinum í Glyvra kirkju og í Elduvík var konsert við Jens Marna Hansen í kirkjuni og heimablídni á skránni.

Fríggjakvøldið var konsert við Sakaris við bólki í Gulu Smiðju og tvey útseld og væleydnað “Undirshow” – eitt serligt upplivilsi við frágreiðing, operasangi og saxofon í Eysturoyartunlinum. Á kommunuskrivstovuni var tónleikur, frágreiðing um list og avdúking av vinnarunum av vælumtóktu skipstroyggjukappingini.

Leygardagurin byrjaði við felags morgunmati fyri borgarar í kommununi í ítróttarhøllini á Skála. Ein sera hugnalig løta við millum annað morgunfimleiki og felagssangi. Eftir morgunmatin var skipað fyri havsvimjing av Skála til Søldarfjarðar.

Silas Olofson og Tróndur Herason Olsen skipaðu fyri fuglatúri runt um Toftavatn, og gongutúrur á Eystursíðuna við Jón Nónklett var eisini á skránni.

Flaggsdagshald í Runavík og á Skála, tríggjar útseldar konsertir við Sissel Kyrkjebø og Mentanarvikan endaði sum vant við konsert í Rituvíkar kirkju. Í ár var tað Guðrið Hansdóttir, ið framførdi, og løtan endaði við røðu frá borgarstjóranum.

Myndir: Mentanarvikan 2026