Tey sum hava koyrt framvið í Gøtugjógv seinastu mánaðirnir, hava sæð, at tað hevur verið stongt í matstovuni Brimborg í eina tíð.
Men nú er nýtt at frætta. Eysturoyarportalurin hevur spurt seg fyri.
“Vit fóru í vetrarfrí eftir jólaresi í fjør. Men nú letur Brimborg upp við nýggjum kreftum. Vit lata upp í dag 1.mai kl.18:00″, sigur tey sum standa aftanfyri matstovuna.
“Okkara góði kokkur, kemur at halda fram í køkinum. Onkrar broytingar eru tó í matarskránni, og er ætlanin at vit koma at broyta matskránna av og á, alt eftir árstíðini.”
“Annars verður tað góður, erligur matur gjørdur frá grundini av. Blandingur av føroyskum og altjóða matsiðvenjum. Matskráin kemur á facebook síðani hjá okkum, og har kann eisini síggjast hvussu vit koma at hava opið framyvir. Telefonnummari er tað sama sum áður, tlf 521000. Annars kann man altíð ringja, ella skriva til okkara á facebook, og um man ynskir mat til størri høvir”, siga tey í Brimborg at enda.