Tíðindaskriv
Komandi leygardag, 25. Juli, kl. 11.30 spæla Símun & Klara Hammer eina Matiné fyri Floytu og Orgul í Hoyvíkar kirkju.
Klara byrjaði at spæla floytu sum 11 ára gomul. Hon býr á Toftum og er virkin floytuleikari í landsorkestrinum og hevur seinastu árini eisini luttikið í tónlistakappingum við góðum úrslitum.
Á fljølbroyttu skránni verða m.a.verk eftir hesum tónaskøldum framførd:
– Naji Hakin
– Hans J. Højgaad
– Kára Bæk
– J.S.Bach
– Camille Saint Saëns
– Umframt egið verk.
Klara og Símun Hammer spæla regluliga saman – serliga í Gøtu kirkju, har Símun er fastur organistur, men eisini til onnur høvi.
Konsertin er partur av Summartónum 2026.