Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.03.2023 08:20

Mary og Brandur Berg skrivaðu søgu

Mynd: Nes kommuna

Leygardagin 18. mars 2023 varð søga skrivað í Nes kommunu, tá Súni í Hjøllum, borgarstjóri, á fyrsta sinni nýtti vígslumynduleikan við at víga Mary G Jensdóttir Olsen og Brand Berg.

Vígslan var í samkomuhúsinum Nebo á Toftum.

Sostatt gjørdust Mary og Brandur tey fyrstu, sum borgarstjórin í Nes kommunu vígdi, eftir at kommunan hevur tikið við býarheitinum fyri stuttum.