Mynd: sjovar.fo
Sunnudagin 13. novembur kl. 15.00 – 19.00 verður marknaðardagur í bygdahúsinum á Strondum.
Marknaðardagurin er sera væl umtóktur bæði millum sølufólk og vitjandi. Seinnu árini hevur verið fullteknað við borðum ið hava selt alskins vørur, og sera nógv fólk hava vitjað marknaðin.
Í ár er einki undantak, tí einir 30 ymiskir básar hava boðað frá luttøku. Eisini verður møguligt at keypa kaffi/te og okkurt gott til matna.
Enn er tó pláss til fleir sølubásar. Ynskir tú at selja eitthvørt, verða tú biðin um at boða frá hjá Mainhild á tlf. 221670 ella mainhild.h@gmail.com
Tað er ókeypis atgongd, og øll eru hjartaliga vælkomin
Deil á Facebook