Mikudagin 16. november kl 17 letur Marjun í Lambanum upp framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Framsýningin er fjølbroytt bæði í litum og motivum. Málningarnir eru av føroyskum bygdum og landsløgum, andlitsmyndum og eisini bíbilskum motivum.
Marjun er ættað úr Norðragøtu, men hevur verið búsitandi í Fuglafirði síðan 1986. Marjun hevur verið á onkrum stuttum skeiðum, har hon hevur lært um litspæl og at tekna upp. Marjun er tó mest sjálvlærd og málar í frítíðini.
Framsýningin hongur uppi til fyrst í dec.
Verið vælkom til ein kaffimunn mikudagin kl 17.
Deil á Facebook